Keypti átta nøvn í Fútarættinum fyri eina krónu

Keypti átta nøvn í Fútarættinum fyri eina krónu
Smápartafelagið R2Net hevur keypt átta hjánøvn hjá Miðlavarpinum, millum annað Rás2
R2Net eigur nú hjánøvnini hjá Miðlavarpinum.
 
28.06.2018 - 10:43

Smápartafelagið R2Net keypti fyrraparrtin átta hjánøvn hjá Miðlavarpinum fyri eina krónu á tvingsilsuppboði í Fútarættinum.

Onnur boð vóru ikki.

R2Net kravdi tvingsilsuppboðið. 

Eingin var fyri Miðlavarpið í Fútarættinum.

Millum nøvnini er Rás2, sum er brúkt til fyri slakari viku síðani. Men tann útvarpsstøðin eitur nú FM1.

Hjánøvnini, sum smápartafelagið R2Net keypti í dag, eru Atlantic, Atlantic Radio, Atlants Radio, Dinero, Radio Atlantic, Rás2, Rásin Channel 2 og VIP.

Nøvnini vórðu seld undir einum.

Afturat einu krónuni fyri hjánøvnini koma útreiðslurnar hjá advokatinum hjá S/pf R2Net fyri at krevja tvingsilsuppboðið. Tær eru slakar 25.000 kr. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151