- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommurnar hava onga støðu um einskiljing

Kommunufelagið tekur ikki støðu til, um tað er rætt ella skeivt at einskilja partafelagið Postverk Føroya.
Kommunufelagið hevur svarað Vinnumálaráðnum, sum ætlar at selja privatum partabrøvini í Posta.
Felagið hevur onga støðu um einskiljingina, men sigur tó í hoyringarsvarinum, at tá landsstýrið fer at einskilja, er umráðandi, at landið í søluni tryggjar, at postskyldurnar framvegis verða røktar væl og virðiliga í øllum økjum í Føroyum.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum boðaði frá í apríl, at P/f Postverk Føroya skal einskiljast.
Fyrireikingarnar vóru lidnar í apríl, og uppskotið varð sent til hoyringar. Hoyringarfreistin var 24.mai.
Fyri løgtingið
Lógaruppskotið um einskiljingina skal leggjast fyri løgtingið eftir ólavsøku, segði Poul Michelsen, landsstýrismaður í apríl.
Men sum skilst eru øll í samgonguni ikki so fegin um uppskotið. Bæði í Javnaðarflokkinum og í Tjóðveldi eru tingfólk, sum ikki vilja einskilja Postverk Føroya.
Sama veitingarskylda, sum í dag tryggjar postútbering kring landið, verður áløgd einskilda felagnum, sum keypir Posta.
Við skylduni fylgja neyvar treytir um sama prís og sama reglusemi. Í sølusáttmálanum verður veitingarskyldan áløgd keyparanum í minst tíggju ár, sigur Poul Michelsen.
Postverk Føroya varð lagt um til alment partafelag í 2005.
115 fólk arbeiða hjá Posta, sum í fjør seldi fyri 102 milliónir krónur.