Trý fólk deyð í skottilburði í Malmø

Trý fólk deyð í skottilburði í Malmø
seks menn eru skotnir og tríggir teirra doyðu av løstum í skotbardaga í miðbýnum í Malmø um áttatíðina í gjárkvøldið. Triðji maðurin doyði í morgun
 
19.06.2018 - 09:18

Tað upplýsir svenska løgreglan.

Eitt vitni hevur greitt blaðnum, Expressen, frá, at millum 15 og 20 skot vórðu latin av. Ongar upplýsingar eru um, hvussu álvarslig støðan er hjá teimum særdu. 

Ikki yvirgangur

Sambært Aftonbladet, siga vitni, at ein bilur kom eftir nøkrum av teimum særdu og koyrdi í skundi burtur frá staðnum. 

Myndugleikarnir vilja ikki siga nógv um málið, annað enn, at almenningurin skal ikki vera bangin. Svenska løgreglan sigur, at talan er ikki um yvirgang.

Stephan Søderholm, - talsmaður hjá løgregluni, sigur, at málið verður kannað sum drápsroynd. 

- Skjýtur tú móti fólki á opnari gøtu, so kann tað bara verða ein roynd at drepa, sigur hann.

Ein maður varð skotin til deyðis í miðbýnum í Malmø í mei-mánaði. Og fleiri skottilburðir hava verið í Malmø-økinum, sum hava havt tilknýtið til ósemjur millum harkalið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151