Toska- og hýsustovnurin í vøkstri

Toska- og hýsustovnurin í vøkstri
Bæði toska- og hýsustovnurin á føroyska landgrunninum eru í vøkstri, og tí er ráðiligt at fiska meira av hesum fiskasløgum næsta ár.
 
13.06.2018 - 16:11

Tað sigur ICES í sínum nýggjasta tilmæli, sum er almannakunngjørt ídag.

ICES mælir til at fiska í mesta lagi 10.180 tons av toski og í mesta lagi 5078 tons av hýsu næsta ár.

Tølini í ICES-tilmælinum eru jalig, skilt á tann hátt, tí í fjør fiskaðu føroysk skip bara góð 5000 tons av toski og góð 300 tons av hýsu á landgrunninum.

Meðan toska- og hýsustovnurin eru í vøkstri, so er sambært ICES eingin vøkstur í upsastovninum.

ICES mælir til at fiska í mesta lagi 27.280 tons av upsa næsta ár.

Í fjør fiskaðu føroysk skip umleið 30.000 tons av upsa.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151