Súni Schwartz nýggjur stjóri í NUMO

Súni Schwartz nýggjur stjóri í NUMO
Súni Schwartz Jacobsen verður nú stjóri í grannskoðara- og ráðgevarafyritøkuni, NUMO.
Súni Schwartz Jacobsen tekur við nýggja starvinum 1. september
 
13.06.2018 - 09:45

Umframt grannskoðan, veitir NUMO ráð um roknskap, bókhald, sølu, keyp og umskipan av virkjum og eisini ráð um skattaviðurskifti.

Súni Schwartz Jacobsen er statsautoriseraður grannskoðari og var stjóri á Spekt frá 1996 til 2006, tá hann bleiv stjóri í Føroya Banka. Í 2011 bleiv hann stjóri í Eik, har hann var til í fjørheyst. Síðani hevur hann verið í starvi hjá J.& K. Petersen.

Stutt eftir, at ein løgfrøðilig kanning av skattamálinum mælti til at lata løgregluna kanna, um bankin hevði brotið lógina, boðaði Súni Schwartz Jacobsen frá, at hann fór úr starvinum, tí nógva umrøðan ikki gagnaði Betri-samtakinum. Tær kanningarnar eru ikki lidnar enn.

Síðani hevur Súni Schwartz Jacobsen arbeitt hjá J&K Petersen.

Við Súna Schwartz Jacobsen fer NUMO nú at hava tveir statsautoriseraðar grannskoðarar og tríggjar skrásettar. Við honum fer NUMO nú at hava tveir statsautoriseraðar grannskoðarar og tríggjar skrásettar.

Súni Schwartz Jacobsen tekur við sum annar av tveimum stjórum í NUMO 1. september. Hin stjórin er Bjarni Arnason.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151