
Caption:
Mynd: MEST
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mjølnir, nýggja tvíkiljan hjá Marine Harvest, sum Mest hevur bygt, varð sjósett í Havn í gjárkvøldið
Tvíkiljan er bygd til aliøkið í Sundalagnum, og hon fær heimstað í Haldórsvík.
Seinasta hálvtannað árið hevur MEST bygt fýra tvíkiljur til Bakkafrost. Mjølnir er fimta tvíkiljan í hesari røðini.
Allar tvíkiljurnar eru bygdar á skipasmiðjuni í Havn.
Mjølnir er nýbygningur nummar 114 hjá Mest.
Hann er 15 metrar langur og sjey metrar breiður.
Nýtt í Mjølni er lásiskipan til at binda ketur á aliringum í. Slíka skipan hava aðrar tvíkiljur ikki.