Vilja hækka aldursmarkið fyri keyp av rúsdrekka

Vilja hækka aldursmarkið fyri keyp av rúsdrekka
Nýggj kanning, sum áhugafelagskapurin "Alkohol & Samfund" hevur kunngjørt, vísir, at helmingurin av danum vilja hækka aldursmarkið
 
10.06.2018 - 16:31

Danir vilja hækka aldursmarkið fyri keyp av rúsdrekka. Tað staðfestir nýggj kanning, sum áhugafelagskapurin "Alkohol & Samfund" hevur kunngjørt. 

53 % av teimum spurdu ynskja, at aldursmarkið fyri keyp av rúsdrekka verður hækkað til 18 ár. 

Í løtuni er aldursmarkið 16 ár, tá tað snýr seg um rúsdrekka við minni enn 16,5 %. Sostatt kunnu 16 ára gomul í Danmark keypa millum annað vanligar øl og vín. 

Aldursmarkið fyri at keypa rúsdrekka við hægri alkoholinnihaldi er, eins og í Føroyum, 18 ár.  

Men hesa tvíbýting vil helmingurin av teimum spurdu broyta, soleiðis at tað er 18 ára aldursmark á keypi av øllum rúsdrekka. 

Meðan 53 % eru fyri at hækka aldursmarkið á rúsdrekka við alkoholi, halda 32 %, at aldursmarkið skal vera, sum tað er í dag. 8 % halda harafturímóti, at aldursmarkið á brennivíni skal lækkast til 16 ár.

Frammanundan hava bæði fyribyrgingarnevndir í kommunum og regiónum samt serfrøðingar í Danmark fleiri ferðir heitt á Fólkatingið um at hækka aldursmarkið frá 16 til 18 ár.

Sambært alheims heilsustovninum hjá ST, WHO, er Danmark tað landið, hvørs innbúgvar hava lættast við at keypa rúsdrekka. Statens Serum Institut hevur eisini gjørt kanningar, ið vísa, at 46 % av donsku miðnámsskúlanæmingum drekka alkohol so at siga hvørt vikuskifti. 

Men hetta tykist ikki broyta hugburðin á Christiansborg, har flestu fólkatingslimir eru ímóti at hækka aldursmarkið.

Danski heilsumálaráðharrin, Ellen Thrane Nørby, sigur, at hóast hesi viðurskifti, so er hendingagongdin tann, at ung í Danmark drekka minni og minni. 

Danski Fólkaflókkurin tekur undir við heilsumálaráðharrarnum.

- Tað er harmiligt, at vit ikki hava álit á tey ungu longur, og at vit taka alla ábyrgd frá teimum, sigur Jeppe Jakobsen úr Danska Fólkaflokkinum. 

Tað er Epinion, sum hevur gjørt kanningina fyri áhugafelagsskapin. 1.500 danskir borgarar svaraðu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981