Jupiter á veg úr føroyska flotanum

Jupiter á veg úr føroyska flotanum
Varðin í Gøtu, sum eigur nótaskipið Jupiter, hevur gjørt avtalu við russiskt felag um at keypa Jupiter.
 
04.06.2018 - 11:24

Uppsjóvarskipið Jupiter er á veg úr føroyska flotanum.

Tað er felagið Varðin í Gøtu, sum eigur nótaskipið, og bæði Jupiter og eitt annað skip hjá felagnum, Høgiklettur, hava staðið á sølulista í rúma tíð.

Felagið hevði gjørt avtalu við eitt russiskt felag um at keypa Jupiter, og fíggingin var fingin til vega.

Men eitthvørt kom í vegin hjá russiska felagnum, annars hevði sølan verið avgreidd í farnu viku, upplýsir Jákup Jacobsen, stjóri í Varðanum.

Russiska felagið hevur biðið um eitt skotbrá, tí felagið hevur framvegis áhuga í skipinum, men hevur biðið Varðan bíða við søluni, til teirra viðurskifti eru fingin í rættlag.

Jákup Jacobsen sigur seg vænta, at tað tekur ikki langa tíð, til Jupiter verður seldur av landinum.

Sølan var so nær, at manningin fekk boð um, at teir mistu kjansin. Nú eru teir so farnir aftur til fiskiskap við Jupiter.

Jákup Jacobsen sigur, at viðurskiftini eru so ógreið, at felagið velur at binda um heilan fingur, og tí hevur felagið gjørt av at seta tvey av skipunum á sølulista. Tíðin fer so at vísa, hvussu viðurskiftini laga seg, sigur hann.

Varðin eigur fimm skip tilsamans, og verða tvey av teimum seld, so hevur felagið trý skip eftir, sigur Jákup Jacobsen, stjóri í Varðanum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151