Tilmæli um pensjónir hjá løgtingsfólkum á veg

Tilmæli um pensjónir hjá løgtingsfólkum á veg
Í næstu viku fær Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður tilmæli um, hvussu eftirlønir og lønir hjá løgtingsfólkum eiga at verða.
 
01.06.2018 - 15:45

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, gjørdi fyrst í árinum av at seta ein bólk við m.a. Jógvani Amonsson, grannskoðara, at finna eina nýggja pensjónsskipan til løgtingsfólk.

Hetta stigið varð tikið eftir, at málið hevði staðið á arbeiðsskránni í fleri ár men uttan semju millum formenninar í politisku flokkunum ella nakað úrslit.

Løgtingsfólk hava eina pensjónsskipan, sum víkir munandi frá tí, sum onnur fólk í samfelagnum hava. Og sum eisini er munandi dýrari og betri, enn tildømis landsstýrisfólk nú hava. Løgtingsfólk vinna sær rætt til fulla tænastumannapensjón eftir bara at hava verið í tingsessinum í sekstan ár. 

Um ætlanin er, at eftirlønin hjá tingfólki skal vera, sum hon er hjá landsstýrisfólki, so skulu tingfólk sjálv spara upp til eftirløn. Tann broytingin varð gjørd fyri landsstýrisfólk fyri nøkrum árum síðani, og tá fingu tey eina munandi lønarhækking samstundis.

Tá fekk tingformaðurin eisini lønarhækkingina, men varðveitti gamla rættin til fulla tænastumannapensjón.

Um tingfólk eisini skulu hava lønarhækking, nú teirra pensjón verður nýskipað, fæst at vita í næstu viku, tá tilmælið verður latið løgtingsformanninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791