Oljuprísurin lækkar aftur

Oljuprísurin lækkar aftur
Oljuprísurin lækkar eitt sindur í morgun, eftir at Russland hevur boðað frá, at landið spakuliga fer at økja um oljusøluna aftur
 
25.05.2018 - 08:30

Russland hevur boðað frá, at landið spakuliga fer at økja um oljusøluna, eftir at landið síðani í fjør hevur avmarkað søluna eftir avtalu við OPEC.

OPEC londini samdust í fjør um at minka um søluna av olju í eini roynd at trýsta prísin upp. Russland tók undir við tí avtaluni.

Nú sigur russiski oljumálaráðharrin, Alaxander Novak, at Russland spakuliga fer at økja søluna aftur, um tað vísir seg, at prísurin verður á eini leið í juni.

Í morgun lækkaði prísurin á olju úr Norðsjónum 78,7 dollarar fyri tunnuna og prísurin á amerikensku WTI oljuni lækkaði niður í 70,7 dollarar fyri tunnuna.

Í hesum árinum er oljuprísurin annars hækkaður við umleið 20 %.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151