150 milliónir til vegir í Runavík

150 milliónir til vegir í Runavík
Vegir fyri 150 milliónir krónur mugu gerast í samband við Eysturoyartunnilin, vísir ein frágreiðing, sum Runavíkar kommuna hevur biðið um
 
21.05.2018 - 16:31

Talan er um eina frágreiðing frá byggikønum um verkætlanina at gera vegir í samband við undirsjóvartunnilin.

Umframt Fjørðuvegin  er neyðugt at gera umkoyringarvegir á Glyvrum og í Søldarfirði, og tá teir eru taldir við, verður kostnaðurin tilsamans 150 mió krónur.

Ferðslan úr Eysturoyartunnlinum frá Rókini eftir verandi høvuðsvegi, Heiðavegi í Runavík, fer at økjast millum 25 og 35 prosent, beinan vegin sum tunnilin verður tikin í nýtslu, verður sagt í frágreiðingini.

Haraftrat verður mett, at ferðslan fer at økjast enn meira komandi árini.

Tað tekur sløk tvey ár at gera vegin, og Runavíkar kommuna heldur, at hann má gerast sum skjótast.

Men spurningurin er, um Runavíkar kommuna fær landið at gjalda tær 150 mió krónurnar, Fjørðuvegurin og umkoyringarvegirnir kosta.

Tað fær Runavíkar kommuna neyvan, um Landsverk fær sín vilja.

Tí av samskifti millum Runavíkar kommunu og Landsverk um Fjørðuvegin sæst, at Landsverk heldur mælir til loysnina við tunli undir Valaknúkum í Gøtudal.

Landsverk hevur einki ímóti at Fjørðuvegurin verður gjørdur, men tá talan er um landsveg og kostnað, vísir Landsverk til Gøtudals-tunnilin. Tað vil siga, at skal Fjørðuvegurin gerast, má Runavíkar kommuna sjálv gjalda kostnaðin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV