- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skógarmotta funnin á seyði

Fyri fyrstu ferð er skógarmotta funnin á seyði í Føroyum, skrivar Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy á sínari heimasíðu.
Skógarmotta er tað, sum á donskum eitur skovflåt.
Skógarmottan varð funnin á einum lambi í Famará seint í apríl. Bjarni Jacobsen, Sumba, fann eina skógarmottu á einum lambi, sum teir ikki fingu fatur á, tá teir róku heystið frammanundan í brattlendinum við Fámará í Suðuroy, stendur á heimsíðuni.
Tá lambið varð fangað, varð staðfest, at ein skógarmotta sat undir eina eyganum.
Hetta er eisini fyrstu ferð, at skógarmotta er funnin í haganum í Føroyum.
Hon er fyrr funnin á hundum, kettum og á einum smádreingi.
Sambært Jens-Kjeld Jensen kann hetta fáa stóra ávirkan á seyðahald í Føroyum, og kann skógarmottan í ringasta føri viðføra sjúku.
