Fimm skip landað uttanlands

Fimm skip landað uttanlands
Tey fimm skipini hava landað sjey ferðir í Danmark, Norra og í Íslandi, tilsamans 14.500 tons, upplýsir Vørn
 
15.05.2018 - 12:40

Higartil hava fimm føroysk skip landað svartkjaft uttanlands.

Tey hava landað sjey ferðir í Danmark, Norra og í Íslandi, tilsamans 14.500 tons, upplýsir Vørn.

Vinnan legði trýst á Fiskimálaráðið um at broyta treytina um føroyskan kaikant, tí móttøkuorkan í Føroyum var avmarkað, og nógvur svartkjaftur var at fáa. 

Tí var leingi hjá svartkjaftaskipunum at bíða eftir at sleppa framat at landa í Føroyum.

Fiskimálaráðið broytti kunngerðina, so til bar at landa svartkjaft uttanlands frá 27. apríl til og við 14. juni.

Nýggja kunngerðin strikar stutt sagt "svartkjaft" av listanum í gomlu kunngerðini frá 23. mars, sum nevnir 22 ymisk fiskasløg, sum skulu landast um føroyskan bryggjukant.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151