Pensjónistar í Grønlandi varðveita grundupphæddina

Pensjónistar í Grønlandi varðveita grundupphæddina
Nýggja landsstýrið í Grønlandi vil, at allir pensjónistar skulu varðveita grundupphæddina í pensjónini, sama um pensjónisturin hevur inntøku ella ei
Mynd: Leif Josefsen // Sermitsiaq  
 
14.05.2018 - 09:39

Nýggja landsstýrið í Grønlandi ætlar, at allir pensjónistar skulu varðveita grundarupphæddina í pensjónini, sama um pensjónisturin hevur inntøku ella ikki, skrivar Sermitsiaq.

Grundarupphæddin er 61.201 krónur um árið, og 4.172 pensjónistar skulu fáa hana.

Í samgonguskjalinum hjá nýggju landsstýrissamgonguni stendur, at í 2019 skal bera til at hava arbeiðsinntøku, uttan at hon rakar grundarupphæddina í pensjónini.

Siumut hevði grundarupphæddina í valskránni upp undir landstingsvalið, og flokkurin metti, at skipanin fer at kosta 23,6 milliónir krónur um árið.

Tey, sum finnast at ætlanini hjá landsstýrinum, siga, at pensjónistarnir fara at gjalda fullu grundarupphæddina sjálvir, tí teir verða longur á arbeiðsmarknaðinum.

Pensjónsaldurin í Grønlandi er 66 ár.

Demokratarnir, sum eru í andstøðu, vilja hava neyvari útrokningar, áðrenn teir taka støðu til ætlanina hjá landsstýrinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990