- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ebolaútbrot í Congo
Ebolasmittan er staðfest í avbyrgda økinum Bikoro í Fólkaræðislýðveldinum Kongo, bara eitt ár eftir, at smittan gjørdi um seg í seinast.
Higartil eru 32 tilburðir av Ebola staðfestir.
Altjóða Heilsustovnurin hjá ST, WHO, óttast fyri, at sjúkan spjaðir seg frá Fólkaræðislýðveldinum Kongo til grannalondini.
Neyðhjálparfelagsskapir kring allan heimin eru savnaðir í Kongo í eini roynd at basa smittuni.
- Um smittan ikki verður steðgað í økinum, har hon er staðfest í løtuni, kann smittan spjaða seg ógviliga skjótt - eisini til onnur lond, sigur Line Hermansen, samskiftisstjóri í neyðhjálparfelagskapinum Unicef Danmark.
Í Bikoro-økinum er eingin streymur og bara nakrir fáir asfalteraðir vegir eru til økið, og tað ger neyðhjálpararbeiðið alsamt truplari. Harafturat hevur forsetin í Kongo nokta altjóða hjálp, og tískil er tað sera torført at basa sjúkuni.
- Tað er sera trupult at arbeiða í Kongo, tí neyðhjálpar- og politisku viðurskiftini har eru sera fløkt, sigur samskiftisstjórin í Unicef Danmark.