Ternan siglir aftur

Ternan siglir aftur
Nú klokkan hálvgum eitt fer strandfaraskipið Ternan aftur at sigla til Nólsoyar, og tá fer Sildberin aftur at røkja skúvoyarsiglingina
 
11.05.2018 - 12:03

Tað hevur drigið út at fáa Ternuna lidna, eftir at skipið fór á beding 3. apríl. Hon skuldi sigla aftur um Nólsoyarfjørð um 20. apríl, men tað vísti seg, at væl meir enn væntað var at gera við skipið.

Ta fyrstu tíðina røkti Jósup siglingina hjá Ternuni, men 1. mai fór Jósup at sigla til Mykines, og síðani tá hevur Sildberin røkt siglingina hjá Ternuni. 

Samstundis hevur Sam siglt farmatúr millum Havnina og Nólsoy, týsdag og hósdag.

Klokkan tvey seinnapartin verður stórt mótmælistiltak í Havn um vánaliga sambandið við útoyggjarnar.

Tiltakið byrjar á Bursatanga klokkan 14, og haðani fara mótmælisfólkini út í Tinganes, har tey skulu hitta Henrik Old, landsstýrismann i samferðslumálum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151