Familjufyrisitingin verður á Bryggjubakka í Havn

Familjufyrisitingin verður á Bryggjubakka í Havn
Familjumálini verða yvirtikin ólavsøkudag, og tá verður umsitingin føroysk
Ríkisumboðið umsitur familjumálini í 80 dagar afturat.
 
10.05.2018 - 15:47

Familjufyrisitingin tekur við ólavsøkudag, tá umsitingin av familjumálum verður føroyskt málsøki, og nú er avgerð tikin um at familjufyrisitingin verður á Bryggjubakka 29 í Havn.

Ríkisumboðið umsitur málsøkið sum er, men nú biður Landsverk um tilboð upp á innbúgv til nýggju Familjufyrisitingina, sum skal verða á Bryggjubakka.

Familjufyrisitingin verður almennur stovnur, sum fer at viðgera millum annað samveru, barnapengar, hjúnaskilnað og separatión, verjumál og ættleiðing. 

Harumframt fer Familjufyrisitingin at veita barnaserkøna ráðgeving og mekling.

Freistin at lata inn tilboð upp á innbúgvið er til 17. mai kl.14.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151