Strandferðslan leigar avloysaraskip úr Danmark

Strandferðslan leigar avloysaraskip úr Danmark
Strandferðslan hevur leigað ein katamaran úr Danmark sum avloysaraskip, nú fleiri strandfaraskip skulu á sleipistøð
Ein katamaranur verður í næstum brúkt sum avloysaraskip um Nólsoyarfjørð
Mynd: DR.dk  
 
09.05.2018 - 14:54

Katamaranurin, sum er ein skjóttgangandi bátur, tekur 98 ferðafólk, og hann verður fyrst settur í siglingina um Nólsoyargjørð umleið 22. mai, upplýsir Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni. 

Tá verður Sildberin aftur settur í sigling millum Sand og Skúvoy.

Katamaranurin tekur ikki bilar, men nakað av farmi.

Teistin fer at á sleipistøð í næstum, og tá verður Ternan sett í siglingina um Skopunarfjørð. Katamaranurin, sum nú verður leigaður, kann eisini brúkast til siglingina út í Hest.

Strandferðslan eigur pening tøkan í rakstrinum at leiga katamaranin fyri, og tí er ikki neyðugt at biðja um eykajáttan, sigur Hilmar Eliasen.

Meira verður at frætta í tíðindunum klokkan fýra. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342