Rás 2 nýtt navn

Rás 2 nýtt navn
R2-net, sum Petur Jacobsen eigur, hevur kravt fleiri nøvn, sum hoyra til Miðlahúsið, á tvingsilssølu, og teirra millum er Rás 2.
 
08.05.2018 - 12:23

Útvarpsstøðin Rás 2 hjá Miðlahúsinum skal hava nýtt navn.

Orsøkin er, at felagið R2-net eigur pengar til góðar hjá Miðlahúsinum fyri leigu av sendinetinum, sigur Petur Jacobsen, stjóri. 

Sambært Petur Jacobsen skyldar Miðlahúsið 400.000 krónur, sum R2-net tó ongantíð hevur fingið.

- Vit hava prøvað at fingið pengarnar, tað eru so einar 400.000, sum Miðlahúsið skyldar okkum. Tað hava vit so ikki fingið, har var einki at heinta, sigur Petur Jacobsen, sum heldur, at manglandi afturgjaldið kemst av stórari skuld í Miðlahúsinum. 

- Tá ið so einki er at heinta, so í mínari verð er tað faktisk tað, at Miðlahúsið - alt sum tað er - er í so stórari skuld, at flaggið stingur undan. Nú fara vit eftir flagginum, sum er navnið Rás 2, sigur hann millum annað við útvarpið. 

Um Miðlahúsið skal varðveita navnið Rás 2, skal Miðlahúsið sambært Peturi Jacobsen gjalda eina størri upphædd, enn skuldin er. Men júst hvat navnið so skal brúkast, veit stjórin hjá R2-net ikki at siga, men hann sigur, at felagið er sinnað at samráðast við Miðlahúsið.

- Hetta hevur koyrt upp á nú í fleiri ár, vit hava roynt alt millum himmal og jørð. Vit hava tosað við teir, vit hava bjóðað eina avdráttaravtalu, men har riggar einki. Tað einasta, sum nú er eftir, er at fara eftir navninum, og tað hava vit so fingið fútarættin at góðtaka, sigur Petur Jacobsen. 

Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum vil ikki gera nakrar viðmerkingar. Hann sigur kortini, at fær Petur Jacobsen navnið Rás 2, so fær teirra útvarpsstøð eitt annað navn.

Tvingsilssølan av teimum sjey nøvnunum hjá Miðlahúsinum verður í fútarættinum 31. mai.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981