Ráðstevna um Arktis

Ráðstevna um Arktis
Í morgin byrjar ráðstevna í Føroyum um Arktisk
 
07.05.2018 - 06:35

Týsdagin og mikudagin verður ráðstevna í Havn um Arktis.

Tað er Uttanríkis og Vinnumálaráðið, ið skipar fyri.

Vertur eru Ólafur Ragnar Grímsson, formaður í Arctic Circle og fyrrverandi forseti Íslands, og Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.

Høvuðsevnini á ráðstevnuni eru  Vinnuligar vakstrarmøguleikar, Samferðslu og infrakervi, demografiskar avbjóðingar fyri londini í Arktis.

Millum røðararnar eru Sigurður Ingi Jóhannsson, íslendskur samferðslumálaráðharri, og fyrrverandi forsætisráðharri Íslands, Gao Feng, arktiskur sendiharri hjá Kina Anne-Marie Coninsx, sendikvinna hjá ES fyri Arktis og
Anders Samuelsen, danskur uttanríkisráðharri.

Meira enn 100 útlendskir luttakarar eru á ráðstevnuni, sigur Uttanríkis og Vinnumálaráðið í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151