- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vatnflóð í Turkalandi
Vatnflóð í Turkalandi
Gloprarregn hevur elvt til vatnflóð í turkiska høvuðsstaðnum, Ankara, skriva turkiskir fjølmiðlar

Mynd: ap-tíðindastovan
06.05.2018 - 16:44
Vatnflóðin rakar Bagazici-býarpartin í Mamak, og seks fólk hava fingið løstir, sigur borgarstjórin í Ankara, Mustafa Tuna.
Lokalir fjølmiðlar lýsa vatnflóðina at vera náttúruvanlukku av ringasta slag.
Hús og handlar hava fingið skaða, og eisini í minsta lagi 160 bilar.
Eingir aðrir býarpartar í Anakara eru raktir av vatnflóðini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV