Útoyggjastevnan verður í Svínoy

Útoyggjastevnan verður í Svínoy
Svínoyingar eru í ár vertir fyri árligu Útoyggjastevnuni.
 
06.05.2018 - 09:58

Útoyggjastevnan í ár verður í Svínoy. Tað skrivar Útoyggjafelagið á heimasíðuni.

Útoyggjastevnan verður 16. juni í Svínoy.

Aðalfundurin hjá Útoyggjafelagnum verður hildin sama dag í Svínoy. 

Útoyggjafelagið fyriskipar eisini verkstovu og fund um íverksetan og vinnuligt virksemi á útoyggj.

Ritan fer at sigla allan dagin, og tað verður skipað soleiðis, at øll, ið ynskja at koma til og av oynni henda dagin, sleppa tað, sigur Útoyggjafelagið.

Útoyggjastevnan varð fyrstu ferð í 2002.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151