- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan nógv at gera
Løgreglan nógv at gera
Løgreglan hevur havt úr at gera í nátt.

06.05.2018 - 10:04
Húsaófriður hevur verið, og í miðbýnum í Havn skallaði ein ungur maður unnustu síni í høvdið. Kvinnan ringdi til løgregluna og bað um hjálp. Løgreglan fekk ikki fatur á manninum, men tað ger hon helst í dag.
Løgreglan vitjaði skeinkistøð í Havn og í Norðurøkinum.
Eitt skeinkingarstað í Havn fær bót fyri ikki at halda reglurnar um afturlating. Klokkan 4 í nátt var barrin framvegis opin.
Fyri tað fær eigarin einar 5.000 krónur í bót, og málið verður møguliga fráboða loyvisnevndini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV