India: Settu eld á gentu sum hevnd

India: Settu eld á gentu sum hevnd
Løgreglan í India hevur handtikið fleiri menn og skuldsett teir fyri at hava hópneyðtikið eina 16 ára gamla gentu, og fyri at hava dripið hana
 
06.05.2018 - 17:49

BBC skrivar, at Dhanu Bhuiyan og vinmenn hansara eru skuldsettir fyri at hava sett eld á 16 ára gomlu gentuna, - hendingin fór fram í Jhark-hand fríggjadagin.

Eldur varð settur á gentuna sum hevnd fyri, at foreldur hennara høvdu meldað hópneyðtøkuna til elstaráðið í bygdini, sigur løgreglan.

Elstaráðið avgjørdi, at revsingin skuldi verða, at tveir av teimum skuldsettu skuldu gera 100 arm-kreppingar og rinda slakar 5.000 krónur í bót.

Menninir vóru so ónøgdir við revsingina, at tey bukaðu foreldrini hjá gentuni og settu eld á gentuna, sigur Ashok Ram, leiðari á lokalu politistøðini í Jarkhand, við AFP-tíðindastovuna.

Løgreglan sigur, at hon hevur handtikið 15 av 18 persónum, sum hon vil kanna í sambandi við drápið.

Dhanu Bhuiyan varð handtikin heima hjá einum familjulimi, har hann fjaldi seg, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151