- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysku sílini varveitt

Heilsufrøðiliga starvsstovan og Uttanríkis- og vinnumálaráðið eru saman við Røkt komin fram til eina loysn.
Við einum fyribilsloyvi hevur Røkt havt tað, sum eftir er av føroysku sílastammuni, gangandi í niðaru byrgingini í Heygadali í Vestmanna. Myndugleikarnir hava í fleiri umførum longt aliloyvið hjá Røkt, men nú er ein endalig loysn í trimum stigum funnin
Røkt fær eitt tíðaravmarkað aliloyvi til árslok 2020 at hava 3000 lívsíl gangandi í nótum í byrgingini í Heygadali
Røkt fær loyvi at slakta 130.000 síl, sum í løtuni ganga í nótum í Heygadali og selja tey til matna
Í seinasta lagi 1. januar 2021 skal Røkt hava flutt tey 3000 lívsílini úr byrgingini í eina lívfiskastøð, sum felagið hevur fingið tilsøgn um lívfiskaloyvi til í Heygadali, sæst í tíðindaskrivi frá Uttanríkis og Vinnumálaráðnum.