Hjúklið heldur fyri virðismiklum gestum

Hjúklið heldur fyri virðismiklum gestum
Íslendingar eiga at skerja talið av útlendskum ferðafólkum, sum koma til landið við ferðamannaskipi. Tað sigur útlendskur ferðavinnuráðgevi
Mynd: Íslendska kringvarpið, RÚV  
 
06.05.2018 - 16:18

Fyrsta stóra ferðamannaskpið kom til Íslands í hesi vikuni við 2.800 ferðafólkum umborð. Og mett verður, at í ár koma umleið 150-túsund ferðafólk til landið við ferðamannaskipi, - ella umleið 6 prosent av teimum 2,4 miljónum ferðafólkunum, sum koma í ár. Og tað er ov nógv, sigur Doug Lansky, ferðavinnuráðgevi, við íslendska kringvaprið, RUV.

- Trupulleikin er, at ferðamannaskip økja trýstið á ferðamál. Ferðafólkini fara í stórum bólkum til kend støð, sum Selfoss og í Bláa Lónið. Og tá sleppa onnur ferðafólk ikki framat. Ferðfólk, sum gista og brúka nógvar pengar í Íslnadi, sleppa ikki framat fyri gestum frá ferðamannaskipum. Tit eiga heldur at raðfesta bestu viðskiftafólkini, eins og tað verður gjørt í øðrum vinnugreinum, sigur ferðavinnuráðgevin.

- Tað merkist væl, tá stór ferðamannaskip koma til smá býarsamfeløg. Skipini er stór, og túsundtals ferðafólk koma í land. Hesi fólkini eru sum vampýrar, - tey súgva blóð og mentan á merkisstøðum, - tey brúka næstan ongar pengar, og fara so víðari til næsta mál, sigur Doug Lansky, ferðavinnuráðgevi, við íslendska kringvarpið.

- Høvdu vit samanborið hetta við fiskikvotur, so hevði hetta ikki verið fongurin, sum tú hevði viljað fingið, sigur Lansky.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151