Ternan aftur seinkað

Ternan aftur seinkað
Umvælingararbeiðið umborð á Ternuni er aftur seinkað, Ternan fer ikki aftur í sigling fyrrenn 11. mai.
 
05.05.2018 - 10:11

Umvælingararbeiðið umborð á Ternuni er seinkað nakrar dagar afturat, og Ternan fer ikki í sigling aftur fyrrenn 11. mai.

Tað sæst á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.

Ternarn fór á beding 3. apríl, og ætlanin var, at Ternan skuldi fara aftur í sigling 18. apríl, men nú er greitt, at Ternan ikki verður klár fyrr enn 11. mai, sæst á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.

Óvæntaðir trupulleikar hava stungið seg upp við at umvæla hekkutangan og annað, og tí er arbeiðið seinkað.

Sostatt fer Sildberin at halda fram at røkja Nólsoyarleiðina og Súlan heldur fram á Skúvoyarleiðini. Sam fer at sigla farmatúrar týsdagar og hósdagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151