Gerðarrætturin tulkar ivamál

Gerðarrætturin tulkar ivamál
Kommunulæknafelagið og Fíggjarmálaráðið eru ósamd um, hvørt Semingsstovnurin hevur heimild á kommunulæknaøkinum, men ivamálið kann svarast
- Fasti Gerðarrættur kann svara ivamálinum um, hvørt Semingsstovnurin hevur heimild á kommunulæknaøkinum, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður
Mynd: savnsmynd  
 
02.05.2018 - 09:51

- Kommunulæknarnir eru ikki fevndir av lógini um semingsstovn.

Tað er støðan hjá Kommunulæknafelag Føroya.

Sáttmálin fór úr gildi í gjár, og felagið hevur lýst verkfall frá í morgin ári klokkan átta, hóast eingin seming er roynd.

- Lógin um seming er ikki galdandi fyri kommunulæknar í Danmark, og stórur partur av teirra sáttmála er galdandi fyri okkum, sigur Marjus Dam, formaður.

Mótparturin í sáttmálatrætuni, Fíggjarmálaráðið, er ikki av somu áskoðan.

Jan Mortensen, leiðari á Lønardeildini sigur við útvarpið, at ráðið hevur samband við Semingsstovnin um málið.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sum er staddur í Grønlandi, sigur í telefonboðum, at tað er ivasamt, hvørja heimild Semingsstovnurin hevur á kommunulæknaøkinum.

- Men Fasti Gerðarrættur hevur heimild til at tulka heimildirnar hjá Semingsstovninum. Tó krevst, at onkur leggur málið fyri gerðarrættin til støðutakan, sigur hann.
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946