Føroyingar í donskum fongslum undir somu treytum

Føroyingar í donskum fongslum undir somu treytum
Hvørki ræst kjøt ella annar føroyskur matur verður at fáa hjá teimum føroyingum, sum eru í fongsli í Danmark.
 
02.05.2018 - 08:40

Hvørki ræst kjøt ella annar føroyskur matur verður at fáa hjá teimum føroyingum, sum eru í fongsli í Danmark.

Tað er svarið úr Danmark, sum Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, hevur fingið frá Ríkisumboðnum. 

Grønlendingar fáa mat úr heimlandinum, men tað verður bara til næsta ár, tá ein varðhaldsstovnur letur upp í Nuuk.

Ríkisumboðið spurdi Løgmálaráðið í Danmark, sum so aftur spurdi Kriminalforsorgina, sum spurdi fongslið í Herstedvester.

Svarið er, at føroyingar eru í fongslinum undir somu treytum sum aðrir fangar, uttan grønlendingar.

Føroyingar kunnu ikki fáa matvørur sendar úr Føroyum, tí ikki ber til at kanna hesar vørur.

Grønlendingar eru í fongsli í Danmark, tí hildið verður, at teir eru ov vandamiklir at hava í opnum fongsli í Grønlandi.

Teir hava tí síðani í 1994 havt ta serskipan, at fangarnir úr Grønlandi kunnu fáa grønlendskan mat, tí óvist er, hvussu leingi teir skula verða í Danmark.

Roynt verður tí at geva teimum umstøður, sum líkjast teimum í Grønlandi.

Teir flestu føroyingarnir eru bara fýra til seks vikur í Herstedvester. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151