- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sáttmálin longdur til á midnátt í annaðkvøld
Sáttmálin longdur til á midnátt í annaðkvøld
Samráðingarnar millum arbeiðsgevarar og arbeiðarar halda fram í morgin

Samráðingarnar byrjaðu 19.mars, tá arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelgaið handaðu krøvini til næsta sáttmálan. Tá varð myndin tikin av samráðingarfólkunum.
Mynd: Vinnuhúsið
01.05.2018 - 07:03
Tey fimm arbeiðarafeløgini og Føroya arbeiðsgevarafelag hava avgjørt at leingja sáttmálan frá 2016 til í annaðkvøld á midnátt.
Sáttmálin fór úr gildi á midnátt, men samráðingarnar um nýggjan sáttmála eru í gongd, og tí verður sáttmálin longdur.
Arbeiðaradagin 1. mai, sum er í dag, halda arbeiðarafeløgini frí frá samráðingum, og samráðingarnar verða tí tiknar uppaftur í morgin 2. mai tíðliga.
Neyðugt verður helst at samráðast í nakrar dagar afturat, skiltist á báðum pørtum í gjár, tí enn eru lønarkrøvini ikki umrødd av álvara.
Samráðingarnar byrjaðu 23. mars.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV