Eingin undirvísing - ov fá vilja læra føroyskt

Eingin undirvísing - ov fá vilja læra føroyskt
Lærdi háskúlin í Keypmannahavn hevur sett lágmark fyri vallærugreinar
Københavns universitet.
 
01.05.2018 - 08:02

Faklig og fíggjarlig atlit gera, at Humanistiska deildin á lærda háskúlanum í Keypmannahavn hevur gjørt nýggjar leiðreglur um vallærugreinar.

Tí ber ikki til at bjóða studentum føroyskt í ár.

Nýggju leiðreglurnar siga, at í minsta lagi 30 skulu boða frá, fyri at valgrein kann byrja.

Síðani 2014 hava fimm fólk í miðal um árið meldað seg til vallærugreinina føroyskt. 

Pind svarar Arge

Tað sigur Søren Pind, ráðharri, í svari til Magna Arge, fólkatingsmann.

Magni Arge spurdi, hví undirvísingin í føroyskum á lærda húskúlanum í Keypmannahavn er hildin uppat. 

Lítla undirtøkan fyri føroyskum ger, at føroyskt ikki verður tilboð í heyst.

Søren Pind sigur, at føroyskt kortini ikki heldur uppat med alla á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Hann fer at biðja embætisfólk síni spyrja Humanistisku deildina, hvørjar avleiðingarnar verða av lágmarkinum 30 fólk til vallærugreinar.

Annars skal hann sum ráðharri ikki avgera, hvørjar lærugreinar lærdu háskúlarnir í Danmark bjóða, sigur hann - tað avgera skúlarnir sjávir.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151