Samráðast um samgongu í Grønlandi

Samráðast um samgongu í Grønlandi
Siumut, ið vann valið, leiðir samráðingarnar og higartil hava tey havt fundir við allar flokkar uttan nýstovnaða Samstarvsflokkin.
 
29.04.2018 - 14:33


Samráðingarnar at skipa eina samgongu í Grønlandi halda fram. 

Siumut, ið vann valið, leiðir samráðingarnar og higartil hava tey havt fundir við allar flokkar uttan nýstovnaða Samstarvsflokkin.

Sambært KNR og Sermitsiaq, so hava fundir verið hildnir millum flokkarnar síðan mikudagin og tað heldur fram í vikuskiftinum og í næstu viku.

Serliga loysingarspurningurin fylti nógv í valinum í Grønlandi í ár. Fleiri flokkar vilja hava eina ætlan fyri hvussu Grønland kann fara úr ríkisfelagsskapinum við Danmark.

Thomas Veirum, sum er redaktiónsleiðari á grønlendska kringvarpinum, KNR, segði soleiðis um loysingarspurningin, tá vit tosaðu við hann 23. apríl - áðrenn valið.

 

Siumut vann sum kunnugt valið í Grønlandi og fekk 27% av atkvøðunum, ið tó er ein afturgongd í mun til seinasta val, tá flokkurin fekk yvir 30% av atkvøðunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Góðan morgun Føroyar
187420
Hósdag 6. februar
Breddin: Tollkríggj
187418
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155