Aleqa Hammond ikki vald

Aleqa Hammond ikki vald
Royndi, grønlendski politikarin, Aleqa Hammond, varð ikki vald aftur í grønlendska landstingið á valinum týsdagin.
 
26.04.2018 - 15:29

Flokkurin, sum hon stillaði upp fyri, Nunatta Qitornai, fekk bara eitt umboð, og tað var formaðurin og stovnarin av flokkinum, Vittus Qujaukitsoq, sum varð valdur. Hann fekk 698 persónligar atkvøður, meðan Aleqa Hammond einans fekk 171 atkvøður.

Aleqa Hammond hevði vónað, at hon fór at koma afturíaftur í grønlendskum politikki, tá hon fyri einum mánað síðani boðaði frá, at hon stillaði upp fyri nýggja flokkin.

Hóast hon er dømd fyri at hava brúkt pengar ólógliga, so fekk hon sættuhvørja atkvøðu á fólkatingsvalinum í 2015.

Tað hendi, eftir at hon legði frá sær sum landsstýrisformaður í 2014. Tað kom fram í eini grannskoðarafrágreiðing, at hon uttan heimild hevði nýtt pengar hjá landstinginum til egna nýtslu.

Hon tók seg tá úr flokkinum, Siumit, og hevur síðani verið uttanflokkatingkvinna í fólkatinginum.

Í fólkatinginum hevur hon boðað frá, at hon ongar ætlanir hevur um at fella borgarligu stjórnina. Afturfyri gjørdist hon forkvinna í Grønlendinganevndini hjá fólkatinginum.

Tað vóru nøkur av teimum sum vórðu vald í grønlendska landstingið, sum fingu nógvar atkvøður.

Toppskorari var Sara Olsvig úr IA, sum fekk 3.360 atkvøður, Niels Thomsen úr Demoktarunum fekk 2.710 atkvøður, Hans Enoksen úr Parti Naleraq fekk 2.531 atkvøður og sitandi landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen úr Siumut fekk 2.165 atkvøður.

Eingin av hinum valevnunum kom upp á 1.000 atkvøður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Góðan morgun Føroyar
187420
Hósdag 6. februar
Breddin: Tollkríggj
187418
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155