Dómurin fellur í dag

Dómurin fellur í dag
Í dag verður greitt, um Peter Madsen drap Kim Wall, ella um talan var um eitt óhapp.
 
25.04.2018 - 09:31

Í dag fellur dómur í einum av mest umrøddu og merkisverdu málum í donsku søguni.

Talan er um málið um danska kavbátabyggjaran, Peter Madsen.

Dómurin verður sagdur í býarrættinum í Keypmannahavn, og verður talan um, eitt, fyribils í øllum førum, punktum í einum av mest umrøddu og merkisverdu rættarmálunum í donsku søguni.

Tá verður greitt, um býarrætturin metir, 47 ára gamli Peter Madsen drap 30 ára gamla journalistin Kim Wall í kavbátinum Nautilus síðst í august í fjør - ella um talan var um eitt óhapp, sum Peter Madsen hevur víst á.

Peter Madsen hevur viðgingið partar av ákæruritinum, men sýtir fyri at hava dripið Kim Wall.

Ein dómsmannarættur fellur dómin klokkan 12 í dag. Tað er ein dómarin við løgfrøðiligari útbúgving og tvey púra vanlig fólk uttan nakra løgfrøðiliga bakgrund, sonevnd dómsfólk. 

Upprunaliga reisti ákærin málið sum eitt nevningating - tað verður gjørt, tá kravið um revsing er minst fýra ár. Eitt nevningating er mannað við trimum løgfrøðiligum dómarum og seks vanligum fólkum. Tó er tað upp til ákærda, um hann vil loyva einum nevningatingi. Tað vildi Peter Madsen ikki, og tí er tað ein dómsmannarættur við einum dómara og tveimum fólkum, sum fer at fella dómin klokkan 12 í dag føroyska tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155