- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysk skúlabørn lesa ikki í frítíðini
Tveir triðjingar av føroysku skúlabørnnuum í 4., 6. og 9. flokki lesa ikki í frítíðini. Tað vísir ein nýggja kanning, sum er gjørd av lesivanum hjá føroyskum skúlabørnum, stendur í Skúlablaðnum, sum er komið í dag.
Kanningin verður løgd fram klokkan fýra seinnapartin og fevnir um 1600 næmingar. Tað svarar til 75 % av árgangunum.
Flestu næmingarnir siga seg ikki brúka nógva tíð uppá lesing. 65,6 % siga, at tey sjáldan ella ongantíð lesa í frítíðini.
33 % av næmingunum í 4. flokki siga seg lesa í frítíðini, 28 % í 6. flokki og einans 12 % av næmingunum í 9. flokki, sum er tann árgangurin, sum lesur minst, siga seg lesa í frítíðini.
Sammet við donsk børn lesa føroysku børnini nógv minni. Hetta hóast at donsku børnini hava longri skúladag og brúka eins nógva tíð upp á skermar, skrivar Skúlablaðið.
Ein kanning varð gjørd í Danmark í 2017, sum vísir at 62 % av næmingunum í 4. flokki og 42 % av næmingunum í 6. flokki siga seg lesa fleiri ferðir um vikuna í frítíðini. Tað er tvífalt so nógv sum í Føroyum.
Danska kanningin sigur einki um lesivanarnar hjá 9. floksnæmingunum, men í sjeyndaflokkunum siga 37 % av donsku næmingunum, at teir lesa fleiri ferðir um vikuna.
Tað skrivar Skúlablaðið í samband við nýggja kanning, sum verður løgd fram klokkan 16 í Smæruni.