Mismunur á arbeiðsmarknaðinum skjótt forboðin

Mismunur á arbeiðsmarknaðinum skjótt forboðin
Samgongan og Kristin Michelsen taka undir við Sonju Jógvansdóttur, sum legði fram uppskot um lóg um at banna mismun á arbeiðsmarknaðinum
 
12.04.2018 - 11:08

Mismunur verður skjótt forboðin á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum.

Samgongan og Kristin Michelsen taka undir við Sonju Jógvansdóttur, uttanflokkatingkvinnu, sum í oktober í fjør legði fram uppskot um lóg um at banna mismuni og at tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.

Rættarnevndin hevur havt málið síðani 25. oktober og hevur nú skrivað álit um tað. Nevndin viðgjørdi uppskotið á átta fundum. 

Meirilutin í Rættarnevndini heldur, at lógin er eitt frambrot og kann virka fyribyrgjandi. 

Eisini fegnast meirilutin um, at fólk, sum bera brek og hava kroniskar sjúkur, fáa betri amboð at verða verandi á arbeiðsmarknaðinum. 

Meirilutin vísir eisini á, at eftir trimum árum skal ein óheft frágreiðing gerast, sum eftirmetir lógina. 

Minnilutin í Rættarnevndini mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Minnilutin heldur ikki, at lógaruppskotið er nóg gjøgnumarbeitt og fullfíggjað.

Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum eigur saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at gera tílíkt lógaruppskot, sigur minnilutin, andstøðan, í rættarnevndini.

Endamálið við lógini er at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna rasu, húðarlit, átrúnað ella trúgv, politiska áskoðan, kyn, kynsligan samleika, kynsliga sannføring, aldur, brek ella tjóðskaparligun, sosialan ella fólkaeyðkenniligan uppruna.

Sambært lógaruppskotinum merkir javnviðgerð, at beinleiðis ella óbeinleiðis mismunur ikki skal gerast á løntakarum, serliga skal hugsast um barnsburð og familjustøðu annars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856