Meiriluti fyri pensjónsnýskipanini

bannari
Meiriluti fyri pensjónsnýskipanini
Pensjónsnýskipanin hjá landsstýrinum er bjargað. Bæði Kristin Michelsen og Sonja Jógvansdóttir taka undir við pensjónsnýskipanini
 
12.04.2018 - 12:45

Pensjónsnýskipaninin er bjargað og komin undir land. Kristin Michelsen í Fíggjarnevndini og Sonja Jógvansdóttir í Trivnaðarnevndini taka undir við pensjónsnýskipanini. Tað ger samgongan í Fíggjarnevndini og Trivnaðarnevndini eisini. 

Álitini úr teimum báðum nevndunum komu í gjár. Meirilutarnir í nevndunum mæla tó til at hækka inntøkuna, sum skal mótroknast í pensjónini, úr 45.000 kr. upp í 60.000 kr. 

Broytingaruppskotið hjá teimum er, at grundupphæddin fyri fólkapensjónistar, føddir eftir 31.desember 1952, verður mótrokningarfrí í aðrari árligari inntøku upp til 60.000 kr.

Hetta fer, siga tey, at kosta 2,1 milliónir fyrsta árið, tað er 2020, og fimm milliónir krónur í 2030.

Men tað er fyrimunur hjá teimum, sum hava lítla inntøku, siga meirilutarnir.

Andstøðufólkini í Fíggjarnevndini og í Trivnaðarnevndini mæla tinginum frá at samtykkja fimm uppskot um pensjónsnýskipanina, men tí sætta kann andstøðan í Trivnaðanevndini taka undir við, um nakrar grundleggjandi broytingar verða gjørdar í tí.

Hetta er uppskotið um sjálva fólkapensjónina.

Minnilutin, tað er andstøðan í Trivnaðarnevndini, tekur ikki undir við, at pensjónsaldurin hækkar og grundupphæddin og viðbótin í fólkapensjónini lækka. 

Minnilutin sigur eisini, at tað eigur at bera til at søkja um framskundaða pensjón, tá fólk eru fylt 62 ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497