
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðsluóhapp millum Fjarða
Ferðsluóhapp millum Fjarða
Ferðslan millum Fjarða í Eysturoynni er nógv tarnað eftir eitt ferðsluóhapp har um fimm tíðina.

10.04.2018 - 17:57
Eitt ferðsluóhapp hevur verið millum Fjarða í Eysturoynni um fimm tíðina.
Løgreglan sigur, at tveir bilar stoyttu saman, og síðani hava aðrir bilar eisini rent á hvør annan. Í hvussu er hava fimm bilar verið uppi í ferðsluhóhappinum.
Fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið, og sjúkrabilar, sløkkiliðsbilar og flutningsbilar eru á staðnum.
Ferðlsan er nógv tarnað enn. Myndin er tikin við seks tíðina
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV