- Tíðindi, mentan og ítróttur
24 ár í fongsul fyri mutur
24 ár í fongsul fyri mutur
Fyrrverandi Suðurkoreanski forsetin, Park Geun-hye, er dømd 24 ára fongsulsrevsing fyri valdsmisnýtslu, mutur og avkúgan
06.04.2018 - 08:56
Tað skrivar BBC.
Ákærin kravdi 30 ára fongsulsrevsing.
Park Geun-Hye hevur verið varðhaldsfongslað síðani mars 2017, tí hon hevur verið skuldsett fyri at hava fingið fleiri milliónir dollarar í mutri og fyri avkúgan.
Í alt vóru 18 ákærumál móti fyrrverandi forsetanum. Og hon hevur noktað seg sekan í øllum málunum.
Park Geun-Hye bleiv koyrd frá í mars mánaði í fjør, eftir at milliónir av fólki mótmæltu á suðurkoreansku gøtunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV