- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kina svarar USA aftur
Kina svarar nú USA aftur og fer at leggja upp móti 25 prosentum í tolli á tilsamans 128 amerikanskar vørur.
Avgerðin kemur eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump hækkaði avgjøldini á stál- og aluminiumsinnsflutning í mars mánaði.
Kinesiski tollurin kemur í gildi í dag, skrivar BBC.
Úr Bejing verður sagt, at hetta verður gjørt fyri at "verja kinesisk áhugamál og javna missin, sum er vegna nýggju tollirnar hjá amerikanarum".
Áður hevur Kina sagt, at landið ikki vil hava handilskríggj, men at Kina ikki fór at sita helndur í favn, um landsins búskapur varð raktur av amerikansku tiltø'kunum.
USA hevur ætlanir um fleiri innflutningsgjøld á kinesiskar vø'rur fyri tíggjutals milliardir dollarar, skrivar BBC.