- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja údrudda tuberklar í Grønlandi
Vilja údrudda tuberklar í Grønlandi
Landsstýrið hevur gjørt eina ætlan um, at talið á tuberkla-tilburðum skal minkast niður í helvt innan 2025 og vera heilt burtur í 2050
26.03.2018 - 09:03
Í Grønlandi ætla tey at rudda út tuberkla-sjúkuna. Landsstýrið hevur gjørt eina ætlan um, at talið á tuberkla-tilburðum skal minkast niður í helvt innan 2025 og vera heilt burtur í 2050.
Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.
Í Grønlandi vóru 60 tilburðir av tuberklum í fjør.
Tuberklar krevja fleiri mannalív kring heimin enn sjúkur sum t.d. malaria og influensa.
Kring heimin doyðu 1,8 milliónir fólk av tuberklum í 2015.
Fyri at basa sjúkuni í Grønlandi fara tey at seta sjúkrarøktarfrøðingar við serkunnleika í tuberklum í starv kring alt landið.
Hesir fara m.a. at ferðast runt til bygdir og býir at kanna sjúklingar og kunna um tuberklar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV