- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norski Framburðsflokkurin framgongd
Vanligt er, at flokkar missa veljarar, tá ráðharrar leggja frá sær, men hjá Framburðsflokkinum er støðan tann øvugta.
Var val nú, hevur flokkurin fingið næstan 21% av atkvøðunum. Tað er ein framgongd uppá 8% samanborið við eina líknandi kanning í februar.
Forkvinnan í Framburðsflokkinum, Siv Jensen, sum eisini er fíggjarmálaráðharri í norsku stjórnini, sigur, at umdirtøkan prógvar, at fólk taka undir við tí, sum fyrrverandi ráðharrin segði, og at fólk taka undir við politikkinum hjá flokkinum.
Nógv orðaskifti er í Noreg um innflytarar, og tað var tí, sum Listhaug fanst at, og fólk taka undir við hennara sjónarmiði, sigur Siv Jensen.
Listhaug legði frá sær stutt undan eini atkvøðugreiðslu í stórtinginum um misálit. Hon fanst at, at norski Javnaðarflokkurin atkvøddi ímóti einum uppskoti, sum skuldi gera tað møguligt at taka ríkisborgararættin frá fólki, sum verða hildin at vera ein hóttan ímóti Noreg.
Uppskotið miðaði eftir fólki, sum høvdu verið í kríggi í øðrum londum, og sum høvdu ríkisborgararættindi í tveimum londum.
Eftir stórt trýst tók hon boðini aftur, men hon noyddist frá, tí ein av stuðulsflokkunum hjá stjórnini, Kristiligi Fólkaflokkurin, segði seg hava mist álitið á henni.