Stevna eftir uppsagnarløn

Stevna eftir uppsagnarløn
Ósemja um, nær lærarar í Adventistaskúlanum eru uppsagdir, er endað í rættinum
Mynd: Almannaráðið  
 
21.03.2018 - 12:10

Talan er um lærararnar, sum vóru í Frískúlanum við Hoyvíkstjørn ella Adventistaskúlanum, sum hann eisini varð kallaður.

Lærarafelagið hevur stevnt Frískúlanum eftir uppsagnarlønum - 1,4 milliónir krónur tilsamans.

Frískúlin sigur afturímóti, at lærararnir hava fingið alla sína uppsagnarløn. 

Ósamd um nær, lærarar vórðu uppsagdir

Frískúlin við Hoyvíkstjørn gavst 1. august í 2014. Lærarafelagið og Frískúlin við Hoyvíkstjørn eru ikki samd um, nær lærararnir eru uppsagdir.

Mentamálaráðið er fyribils dømt at góðtaka grundregluna um, at landið eigur eisini at rinda 85 prosent av uppsagnarlønini hjá lærarunum í frískúlunum.

Landið eigur at rinda

Sambært lóg eigur landið at rinda 85% av lønini hjá lærarum í frískúlum og sambært Føroya rætti eisini av uppsagnarlønini.

Frískúlin við Hoyvíkstjørn ella Adventistaskúlin hevur tó stevnt Mentamálaráðnum í sambandi við júst uppsagnarlønina hjá lærarunum í Frískúlanum við Hoyvíkstjørn.

Men hvussu verður við henni, veit skúlin ikki, fyrr enn úrslitið av sakarmálinum við Lærarafelagið er greitt.

Bæði málini eru á rættarlistanum hjá Føroya rætti týsdagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497