- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minka skrásetingargjaldið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/img_0469.jpg?itok=2uMnOrzT)
Fyrsta stigið at avtaka skrásetingargjaldið skal verða tikið 1. juli í ár, tá lógin eftir uppskotinum skal koma í gildi.
1. januar í 2022 verður einki skrásetingargjald goldið.
Bill Justinussen og Jørgen Niclasen siga, at orsøkin til, at skotið verður upp at minka skrásetingargjaldið í stigum, er, at tað er ikki rætt at minka søluvirðið á bilum, ið longu eru keyptir, so ógvusliga, at tað setur allar bileigarar við nýggjum bili í eina verri støðu.
At minka skrásetingargjaldið hevur við sær, at landskassin missir inntøkur.
Í ár verður skrásetingargjaldið á bilum mett til 157 milliónir krónur, men verður uppskotið samtykt, minkar inntøkan 13 milliónir kr.
Næsta ár verður skrásetingargjaldið mett at geva landskassanum 159 milliónir, men eftir uppskotinum hjá Bill Justinussen og Jørgeni Niclasen missir landskassin umleið 63 milliónir kr.
Bill Justinussen og Jørgen Niclasen siga, at hóast landskassin sum frálíður missir øll skrásetingargjøldini, kann væntast, at landskassin fer at fáa fleiri inntøkur av meirvirðisgjaldinum.
Tí roknast kann við, at fólk fara at brúka sama pening at keypa bil fyri.
Tá meirvirðisgjald ikki verður kravt av skrásetingargjaldi, tí tað longu frammanundan er eitt landskassaavgjald, verður størri parturin av mvg avgjaldsskyldugur, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið.