Nýggj lóg um bókhald kemur í gildi tann 1.apríl

Nýggj lóg um bókhald kemur í gildi tann 1.apríl
Var tvær ferðir í Vinnunevndini. Einmælt samtykt í dag
Løgtingið hevur samtykt nýggja bókhaldslóg.
 
16.03.2018 - 11:40

Føroyar fáa nýggja bókhaldslóg um tvær vikur, tann 1.apríl.

Hon varð einmælt samtykt í løgtinginum fyrrapartin.

Millum annað fáa føroyskir myndugleikar loyvi til fáa fatur í bókhaldstilfari, sum er uttanlands.

Og tað er ikki so lítið, varð sagt í løgtinginum fyrrapartin.

Ætlanin er ikki, at tað skal gerast trupult, umsitingarliga tungt ella kostnaðarmikið hjá myndugleikanum at fáa fatur í  tilfari, um tað er í ymiskum londum.

Ella um tann, sum er undir eftirliti, ikki vil samstarva við føroyskar myndugleikar. Tá eigur at bera til, at tilfarið verður sent myndugleikunum.

Álit II 

Vinnunevndin hevur skrivað seinna álitið um uppskotið um bókhaldslógina, sum Poul Michelsen, landsstýrismaður, legði fram fyrst í november.

Onnur viðgerð var í tinginum 19.desember.

Men hon endaði við, at málið fór aftur í Vinnunevndina, tí nýggjar upplýsingar komu um málið.

Vinnunevndin hevur síðani viðgjørt uppskotið á fýra fundum.

Talan er um nýggja bókhaldslóg, sum nútímansger galdandi bókhaldslóg og kunngerð um minstukrøv til bókhald og roknskap. 

Nýgg lóg 

Mett verður, at lættari er fyri vinnuna, um føroyska bókhaldslógin er í samsvari við ta lóggávu, sum er galdandi í grannalondunum. 

Við lógarbroytingunum verður lógarverkið um bókhald, og serliga tað um at goyma roknskapartilfar, dagført.

Vinnunevndin heldur, at óneyðugar uppgávur eiga ikki at verða lagdar á lítlar fyritøkur.

Hon mælir tí til, at krøvini hóska til støddina hjá føroyskum fyritøkum og, at tey verða umsitin á so smidligan og einfaldan hátt sum gjørligt.

Galdandi lóg er frá 1978. Nakrar ávísingar í henni eru frá 1921.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109