- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskotið um kannabis seinkað
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/cb85f10b1f0029d3806ef8fea8af8053.png?itok=tHLHNgTg)
Málið um at loyva medisinskt cannabis til ávísar sjúklingar, sum eina royndarskipan, verður seinkað í Trivnarnevndini
Trivnaðarnevndin hevur biðið løgtingsformannin um at fáa longri freist til at skriva álit. Nevndin sigur orsøkina vera, at allar hoyringar ikki eru lidnar enn.
Nevnd, sum mál er beint í, skal lata Løgtinginum álit í seinasta lagi ein mánað eftir, at hon fekk málið frá formanninum. Eftir hetta ber til hjá løgtinginum at atkvøða um at fáa málið aftur úr nevndini.
Tað er Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sum hevur lagt uppskotið fyri tingið.
Uppskotið hevur ligið í Trivnaðarnevndini síðani 7.februar. Nevndin viðgerð uppskotið aftur hósdagin.