Mótmæla KOKS við Leynavatn

Mótmæla KOKS við Leynavatn
Føroya sílaveiðifelag mótmælir harðliga æltanum hjá KOKS at lata upp matstovuvirksemi á vinnuligum grundarlagi við Leynavatn
 
09.03.2018 - 10:45

Tað skrivar felagið í skrivi til Tórshavnar kommunu.

- Økið kring Leynavatn er ein náttúruperla, og friðað á hægsta stigi. Hetta hevur stóran týdning fyri allar føroyingar, útlendingar eins og komandi ættarlið, stendur í skrivinum. 

Felagið heldur, at virksemið hjá KOKS fer at taka grundarlagi undan fiskingini á Leynavatni, tí veiðifólk ikki fara at keypa veiðiloyvi undir slíkum órógvandi umstøðum.

- Tað tykist okkum ófatiligt, at alt hetta nú skal brótast niður fyri løtuvinning hjá einstøkum felagi, ið enntá livir av ferðavinnuni, skrivar Føroya sílaveiðifelag. 

Noyddir at gevast

Føroya sílaveiðifelag er eitt non-profit felag, ið fær 90% av inntøkum frá sølu av fiskikortum til Leynavatn, har felagið hevur havt virksemi síðani 1966.

- Hetta máar tí støðið undan búskaparliga grundarlagnum hjá felagnum, tí nógvar pengar skulu til at reka okkara virksemi. 

- Kemur KOKS á staðið verður tískil eksistensurin hjá felagnum burtur og verða vit noyddir at gevast. So einfalt er tað, skrivar Føroya sílaveiðifelag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946