- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Landsstýrið má byggja fleiri leigubústaðir
Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna, hevur lagt uppskot til samtyktar fram, har tingið heitir á landsstýrið at fáa bygt 500 bústaðir afturat teimum, sum eru í gerð.
- Borgarstjórar hava víst á, at ein háttur at loysa bústaðartrupulleikan er at loyva kommunum at byggja íbúðir at leiga út, og landið eigur at skipa soleiðis fyri, at eisini kommunurnar kunnu byggja íbúðir, skrivar tingkvinnan í viðmerkingunum.
Hon mælir eisini tinginum til at fáa mark sett fyri mestu leigu, so forðað verður fyri okursprísum, umframt at býlisstuðul skal fyrireikast.
Sonja Jógvansdóttir skjýtur somuleiðis upp, at landsstýrið fyrireikar lógaruppskot, sum loyva kommunum at seta bústaðarskyldu á bústaðir, uppskot, sum loyva kommunum at leggja eyka gjald á bústaðir, sum ikki verða brúktir, og at landsstýrið eisini fyrireikar uppskot, sum loyva kommunum sjálvar at byggja íbúðir.