Koyrilíkindini klokkan 9

Koyrilíkindini klokkan 9
Tað hava verið vánalig koyrilíkindi og hált í morgun, og tað er framvegis ikki koyrandi eftir Oyggjar- og Gjáarvegnum
 
08.03.2018 - 08:58

Tað hava verið vánalig koyrilíkindi og hált í morgun. Bjarni Petersen, økisleiðari hjá Landsverki, tosaði við tíðindi klokkan 9

Hann sigur, at tað er framvegis ikki koyrandi eftir Oyggjarvegnum og til Gjáar.

Væntandi koyrandi um Velbastaðháls

Landsverk hava fingið eitt spor ígjøgnum um Velbastaðháls, men Bjarni Petersen heitir á bilførarar um at ikki koyra ígjøgnum, tá hetta leingir tíðina at grava. Tað rýkur eisini nógv um Velbastaðháls.

Hann sigur tó, at tað eru góð útlit fyri, at verður koyrandi eftir vegnum innan fyri teir næstu tímarnar.

Ikki koyrandi eftir Oyggjarvegnum og til Gjáar

Tað er ikki til at siga, um ella nær tað verður koyrandi eftir Oyggjar- og Gjáarvegnum.

- Sum nú er, sær tað út til at veðrið heldur sær til á middag og skiftir so til vátakava, so tað tykist blíva betri, sigur Bjarni Petersen.

Frá Norðskálatunnlinum til Havnar rýkir framvegis illa, vánaligt sýni, men tað er koyrandi, sigur Bjarni Petersen, sum tó heitir á bilførarar um at koyra varliga. 

Tað ræður um at vera varin og brúka ta tíð, sum skal til at koma fram, sigur hann. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008