Búskaparráðgevi hjá Trump leggur frá sær

Búskaparráðgevi hjá Trump leggur frá sær
Avgerðina tekur Gary D. Cohn eftir at amerikanski forsetin boðar frá handilskríggi við fleiri av heimsins londum
Gary D. Cohn fekk tilboðið um at gerast fremsti, búskaparligi ráðgevin hjá Donaldi Trump. Nú stingur hann í sekkin
 
07.03.2018 - 07:28

Fremsti, búskaparligi ráðgevin hjá amerikanska forsetanum leggur frá sær.

Avgerðin hjá Gary D. Cohn kemur, eftir at Donald Trump boðar frá handilskríggi við fleiri av heimsins londum fyri á tann hátt at verja arbeiðspláss heima í USA.

Forsetin ætlar at leggja høgan innflutningstoll á eittnú stál og aluminium. Eitt stig, sum elvir til hvøss mótmæli úr Kina, ES og eisini grannalondunum Kanada og Meksiko.

Gary D. Cohn kom úr einum leiðandi starvi í íløgubankanum Coldman Sachs, tá hann eftir forsetavalið varð biðin til fremsta, búskaparliga ráðgeva hjá Donaldi Trump.

Sambært blanum The New York Times er Gary D. Cohn persónliga ein talsmaður fyri fríhandli, og hann er harðliga ímóti avgerðini hjá forsetanum at seta í gildi innflutningstoll.

Cohn er tann seinasti í eini røð av leiðandi starvsfólki í Hvítu Húsunum í Washington, sum stingur í sekkin.

Ein uppgerð, gjørd á eitt árs degnum fyri forsetaskeiðið hjá Trump, vísir at triðingurin av starvsfólkunum eru skift út síðani hann tók við sum forseti, 20. januar í fjør.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535